Jóan Símun til Newcastle

05 Feb 10 (11:09)

18-ára gamli Jóan Símun Edmundsson úr B68 hevur skrivað sáttmála við enska stórfelagið Newcastle herfrá og fram til í summar.

Jóan Símun Edmundsson sleppur nú at royna seg í einum av veruligu stórfeløgunum í Onglandi, Newcastle.

Felagið í Norðuronglandi flutti í fjør niður úr Premier League, men er greitt oddalið í Championship og fáur ivast í, at Newcastle aftur verður at finna í bestu ensku deildini næsta kappingarár.

Sáttmálin er fingin í lag, eftir at Colin Calderwood sá føroyska U-21 landsliðið vinna á Russlandi. Hetta førdi til eina royndarvenjing í Newcastle seint í fjør, og nú er so avtala gjørd, sum røkkur fram til summarsteðgin.

Tað er ógvuliga positivt, at felagið hjá Jóan Símun Edmundsson, B68, hevur víst slíkan vælvilja at lata leikaran sleppa at royna hetta ævintýrið, sigur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður, ið hevur fingið sáttmálan í lag.

Av tí at Jóan Símun Edmundsson er so ungur, eru møguleikarnir í Newcastle nógvir.

Hann kann spæla og venja við unglingaliðnum, men teir hava eisini eitt sonevnt talentlið og eitt eykalið, sum Jóhan Símun kann venja og leika við. Og so er sjálvandi eisini fyrsta liðið, sigur Jákup í Stórustovu.

Leikaraumboðsmaðurin heldur, at sáttmálin, sum Jóan Símun Edmundsson hevur fingið við Newcastle, er so mikið meira verdur tá hugsað verður um, at leikaramarknaðurin í januar – orsakað av fíggjarkreppuni – bert hevur áleið 20% av tí, hann vanliga er.

Skoytast kann upp í, at danski landsliðsleikarin, Peter Løvenkrants, er partur av leikarahópinum hjá Newcastle.

Leita:
Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Síðani í 70-árunum, tá Jákup Jacobsen bygdi, hava ...
Ótrúligar vakrar glaslampur

Ótrúligar vakrar glaslampur

Sumt av tí, sum var á messuni CODE 10 í Bella Centrinum í ár, var vakrari ...
Bleytt grót úr Fraklandi

Bleytt grót úr Fraklandi

Franska fyritøkan Smarin, sum stendur fyri Stéphanie Marin, er vorðin rættil ...
Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Tað hevur verið av fagrasta veðri seinastu dagarnar, serliga n ...
Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Nýggj fyritøka við heimstaði á internetinum og í ...
Nær verður The Global Leadership summit hildið í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á Indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: