Mynd: Roberto Mancini venjari hjá Manchester City

Mancini miðar høgt

09 Feb 10 (2:18)

Venjarin hjá Manchester City er vísur í, at teir enda millum fýra tey fremstu í Premier League í ár.

Hóast Roberto Mancini longu hevur tapt eins nógvar dystir í Premier League sum Mark Hughes, so er núverandi Manchester City venjarin vísur í at røkka einum topp fýra plássi í Premier League.

Tá Manchester City í vikuskiftinum tapti fyri Hull City, var tað tap nummar tvey hjá Roberto Mancini sum venjari hjá Manchester City, men tað tekur ikki mótið frá Mancini.

Mancini sigur at hóast fleiri skaðar hevur liðið spælt væl, og hann vónar at fáa fleiri av spælararunum klárar aftur skjótast møguligt. Tað fer at gera góðan mun í royndini at røkka málinum.

Hann væntar at kappingin fer at standa millum Arsenal, Liverpool, Tottenham, Aston Villa og teir sjálvar um triðja og fjórða plássi.

Manchester City eru trý stig aftanfyri Liverpool, sum er á fjórða plássinum, men hava spælt tveir dystir minni.

Í kvøld kemur Bolton á vitjan á City of Manchester Stadium. Bæði Shay Given og Stuart Taylor eru klárir, so tað sær ikki út til at Gunnar Nielsen verður at síggja á bonkinum. Tað verður annars vantað, at Patrick Vieira verður við frá byrjan fyri fyrstu ferð síðani hann skifti aftur til enskan fótbólt.

Leita:
Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Síðani í 70-árunum, tá Jákup Jacobsen bygdi, hava ...
Ótrúligar vakrar glaslampur

Ótrúligar vakrar glaslampur

Sumt av tí, sum var á messuni CODE 10 í Bella Centrinum í ár, var vakrari ...
Bleytt grót úr Fraklandi

Bleytt grót úr Fraklandi

Franska fyritøkan Smarin, sum stendur fyri Stéphanie Marin, er vorðin rættil ...
Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Tað hevur verið av fagrasta veðri seinastu dagarnar, serliga n ...
Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Nýggj fyritøka við heimstaði á internetinum og í ...
Nær verður The Global Leadership summit hildið í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á Indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: