Benitez í øðini eftir tap móti Wigan

08 Mar 10 (23:38)

Liverpool tapti í kvøld 1-0 á Wigan. Eftir dystin var Benitez í øðini inn á sínar egnu spælarar.

Liverpool tapti fyri 9. ferð í Premier League, tá teir í kvøld vóru á vitjan hjá Wigan. Gestirnir byrjaðu annars dystin við at raka stongina, men so tók Wigan yvir. Tíggju minuttur fyri hálvleik eydnaðist tað Hugo Rodallega at renna seg leysan í Liverpool brotssteiginum, og seta eitt innlegg í mál.

Liverpool royndi í seinna hálvleiki at trýsta, men Wigan helt fast og vann sostatt 1-0. Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, var í øðini inn á sínar egnu spælarar eftir dystin. Hann helt millum annað, at Wigan hevði uppiborðið sigurin og at hansara egnu spældu “óklókan” fótbólt. Hann var serliga ónøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki.

Liverpool liggur nú nummar seks við 48 stigum. Manchester City og Tottenham hava 49 stig, men hava spælt ávíkavist tveir og ein dyst færri. Aston Villa liggur nummar sjey, trý stig aftanfyri Liverpool, teir hava tríggjar dystir til góðar.

Leita:
Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Síðani í 70-árunum, tá Jákup Jacobsen bygdi, hava ...
Ótrúligar vakrar glaslampur

Ótrúligar vakrar glaslampur

Sumt av tí, sum var á messuni CODE 10 í Bella Centrinum í ár, var vakrari ...
Bleytt grót úr Fraklandi

Bleytt grót úr Fraklandi

Franska fyritøkan Smarin, sum stendur fyri Stéphanie Marin, er vorðin rættil ...
Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Tað hevur verið av fagrasta veðri seinastu dagarnar, serliga n ...
Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Nýggj fyritøka við heimstaði á internetinum og í ...
Nær verður The Global Leadership summit hildið í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á Indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: