Mynd: Tað er sami skaðin í baklærinum, sum Fabregas hevði fyrr í ár, ið ger seg galdandi aftur.

Arsenal uttan Fabregas í kvøld

09 Mar 10 (11:50)

Tveir dystir í Champions League verða í kvøld. Arsenal tekur á heimavølli móti Porto, meðan Bayern Munchen er á vitjan í Firenze.

Arsenal eru uttan liðskiparin, Cesc Fabregas, tá teir í kvøld taka ímóti Porto. Arsenal tapti fyrra dystin móti Porto í Portugal 2-1. Fabregas gjørdist so mikið skaddur leygardagin, at hann ikki er klárur at spæla í kvøld. Arsenal eru eisini uttan William Gallas, meðan Aaron Ramsy, Robin van Persie og Johan Djourou eru langtíðar skaddir. Alex Song og Sol Campbell vóru ikki við í vikuskiftinum, men eru tøkir í kvøld.

Í Firenze tekur Fiorentina ímóti Bayern Munchen. Bayern vann fyrra dystin 2-1, men Fiorentina vóru alt annað enn glaðir fyri dømingina í tí dystinum. Fiorentina er uttan Adrian Mutu, ið enn er leikbannaður, eftir eina positiva dopingsroynd. Bayern hevur trupuleikar í verjuni og tað er møguleiki fyri, at bara 17 ára gamli, David Alaba, fær sítt debut. Hinvegin so hava bæði Arjen Robben og Franck Ribery meldað seg klára.

Báðir dystrnir byrja kl 19.45

Leita:
Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Múraðu húsini hjá múraranum á Dal...

Síðani í 70-árunum, tá Jákup Jacobsen bygdi, hava ...
Ótrúligar vakrar glaslampur

Ótrúligar vakrar glaslampur

Sumt av tí, sum var á messuni CODE 10 í Bella Centrinum í ár, var vakrari ...
Bleytt grót úr Fraklandi

Bleytt grót úr Fraklandi

Franska fyritøkan Smarin, sum stendur fyri Stéphanie Marin, er vorðin rættil ...
Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Tað hevur verið av fagrasta veðri seinastu dagarnar, serliga n ...
Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Nýggj fyritøka við heimstaði á internetinum og í ...
Nær verður The Global Leadership summit hildið í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á Indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: