Mynd: Wayne Rooney var flúgvandi í kvøld og skorað tvey mál.

Manchester United bankaði AC Milan

10 Mar 10 (22:27)

Tað var enn eina ferð Wayne Rooney, ið stjól myndina, tá Manchester United í kvøld blásti AC Milan úr Champions League.

AC Milan hevði ongan møguleika, tá teir vitjaðu á Old Trafford. Wayne Rooney legði heimaliðið á odda longu eftir eitt korter, eftir innlegg frá Gary Neville. Seinni hálvleikur var bara ein minuttir gamal, tá Wayne Rooney økti til 2-0 eftir skjótálop.

Ji-Sung Park gjørdi tað til 3-0, áðrenn Darren Fletcher stutt fyri dystar enda skoraði til endaliga úrslitið 4-0.

Sigurin var fult uppiborðin og Milan var ongatíð nær við at koppa heimaliðnum.

David Beckham kom inn í seinna hálvleiki, men heldur ikki hann kundi gera nakað við gomlu liðfelagirnar. Hann fekk tó eina megnar móttøku frá Old Trafford tá hann kom á vøllin.

Manchester United - AC Milan 4-0
1-0 Wayne Rooney (13)
2-0 Wayne Rooney (46)
3-0 Ji-Sung Park (59)
4-0 Darren Fletcher (88)

Manchester United vinnur samanlagt 7-2.

Leita:
Sovið í einum Cadillac

Sovið í einum Cadillac

V8 eitur eitt serstakt hotel í týska býnum Stuttgart.
At skifta eina brotna flís

At skifta eina brotna flís

Fleiri av okkum hava upplivað at havt eina brotna flís hangandi í kanska á ...
Nýggir møblar á CODE 10

Nýggir møblar á CODE 10

Á møblamessuni CODE 10 í Keypmannahavn í farnu viku var ein uppstilling av nø ...
Leigulógin í gildi 1. september

Leigulógin í gildi 1. september

Nýggja leigulógin fyri Føroyar, sum er samtykt á tingi, kemur í gildi ...
Brad Pitt keypti lampu fyri 240.0...

Brad Pitt keypti lampu fyri 240.0...

Á NODE 10 í Keypmannahavn hitti eg eina kvinnu, sum umboðaði n ...
Nær verður The Global Leadership summit hildi í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: