5.000 løgreglumenn til hondbóltsdyst

Deil á Facebook
Fríggjadagur 27. januar 2012 - 14:40

Trygdartiltøkini verða sera strong, tá serbar og kroatar fara at spæla hálvfinalu í EM-hondbóltskappingini í kvøld.

Dysturin verður í Beograd, og teir serbisku myndugleikarnir hava gjørt av, at 5.000 løgreglumenn skulu tryggja, at alt fer friðarliga fram. Høllin verður full av áskoðarum, og tey, sum ikki fáa atgongumerki, fara helst at standa uttanfyri og fylgja við.

Tað eru ikki meiri enn knappliga 20 ár, síðani kríggið í gamla Jugoslavia endaði, men fyrireikararnir hava sett sær fyri, at søgan skal ikki ávirka ta ítróttarligu stórhendingina í kvøld. Kortini ljóðar, at fleiri kroatiskar ferðaskrivstovur, sum ætlaðu at senda fólk til dystin í Beograd, hava slept ætlanini, tí tey stúra fyri ófriði.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

VÍF er nú…

Meðan Neistin heima tapti 27-30 ímóti H71, vann VÍF 29-26…

Stjørnan gjørdi einki…

Stjørnan hevði í kvøld møguleikan at draga enn longri frá…

Fleiri týðandi dystir…

Hjá monnunum skulu øll liðini, sum stríðast um at koma…