Drápshóttan í enskum fótbólti

Deil á Facebook
Leygardagur 28. januar 2012 - 10:56

Enski fótbóltsspælarin Anton Ferdinand (myndin), sum spælir við felagnum Queens Park Rangers í bestu deildini, hevur fingið eina drápshóttan undan steypadystinum í dag millum hansara felag og Chelsea.

Bretska løgreglan váttaði í gjár, at hon er í ferð við at kanna málið, og blaðið Fulham Chronicle skrivar, at Queens Park Rangers hevur fingið eitt bræv við einari patrón í. Brævið var stílað til Anton Ferdinand.

Tað er ein ávísur spenningur undan dagsins dysti, tá Anton Ferdinand skal spæla ímóti Chelsea-spælaranum John Terry. Ferdinand hevur fyrr skuldsett Terry fyri at hava brúkt rasistiskt orðalag ímóti sær, og týsdagin skal Terry í rættin at verja seg.

Brævhóttanin og skuldsetingin um rasismu hava fingið Queens Park Rangers er økja trygdina á vøllinum Loftus Road. Dysturin har byrjar á middegi.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Føroyingar vilja síggja…

Føroyskir Manchester United-fjepparar skipa fyri ferð til Old Trafford, tá…

Treytaleys umbering frá…

Tað er nú líkt til at seinasti kapittulin í framhaldssøguni…

Napoli søkti Chelsea...

Chelsea tapti í kvøld 3-1 móti Napoli í fyrru 1/8…