Mikkel í uppskoti sum heimsins besti

Deil á Facebook
Mikudagur 25. januar 2012 - 13:40

Danski Mikkel Hansen er í uppskoti sum heimsins besti hondbóltsspælari. Altjóða honfbóltssambandið hevur kunngjørt, at Mikkel Hansen er ein av fimm spælarum, sum eru í uppskoti sum heimsins besti. Hinir fýra eru Luc Abalo, Nikola Karabatic og Thierry Omeyer úr Fraklandi, og tann fjórði er Filip Jicha úr Kekkia, sum varð valdur heimsins besti í fjør.

Sjálvur heldur Mikkel Hansen ikki, at hann hevur uppiborið at vinna. Eftir hansara tykki er Nikola Karabatic greitt tann besti hondbóltsspælarin. Mikkel Hansen hevur kanska ein lítlan fyrimun av, at Karabatic varð kosin heimsins besti í 2007, Omeyer í 2008 og Jicha í fjør.

Danskir hondbóltsviðmerkjarar siga, at út frá avrikinum í EM-kappingini í Serbia hevur eingin av teimum tilnevndu uppiborið at vinna heiðurin sum heimsins besti spælari. Men tilnevningin hjá IHF er grundað av avrikini í 2011.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

VÍF er nú…

Meðan Neistin heima tapti 27-30 ímóti H71, vann VÍF 29-26…

Stjørnan gjørdi einki…

Stjørnan hevði í kvøld møguleikan at draga enn longri frá…

Fleiri týðandi dystir…

Hjá monnunum skulu øll liðini, sum stríðast um at koma…