Nú hava danir avgerðina sjálvir

Deil á Facebook
Mikudagur 25. januar 2012 - 17:55

Nú kunnu danir loksins sjálvir avgera, um teir skulu í hálvfinaluna í EM-hondbóltskappingini. Ta støðuna komu teir í, tá Pólland fyri løtu síðani vann ein sera spennandi fyst ímóti Týsklandi við 33 málum ímóti 32. Hálvleiksstøðan var 18-17 til Pólland.

Fyri danir var tað umráðandi, at Týskland ikki vann, tí so hevði Danmark mist møguleikan at sleppa í hálvfinaluna. Nú kunnu danir tryggja sær pláss í hálvfinaluni við at vinna á svium. Tann dysturin byrjar kl. 17.15 og verður uttan iva spennandi, tí tað eru dystir millum Danmark og Svøríki vanliga.

Í bólki 2 er eisini ein dystur spældur. Hann var millum Frakland og Ísland, og hann endaði við javnleiki 29-29. Hálvleiksstøðan var 15-12 til íslendingar.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

VÍF er nú…

Meðan Neistin heima tapti 27-30 ímóti H71, vann VÍF 29-26…

Stjørnan gjørdi einki…

Stjørnan hevði í kvøld møguleikan at draga enn longri frá…

Fleiri týðandi dystir…

Hjá monnunum skulu øll liðini, sum stríðast um at koma…