Hjá monnum er púra opið ímillum Neistan og H71 at koma í steypafinaluna, meðan kvinnurnar hjá VB hava annað beinið í finaluni undan dystinum ímóti Kyndli. Alt hetta verður avgjørt í kvøld.
Kl.19.30 í kvøld verður sera spennandi seinna hálvfinala í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum, har H71 tekur ímóti Neistanum. Dysturin er víðopin eftir javnleik 22-22 í fyrru hálvfinaluni.
Neistin hevur styrkt seg við Tummas Paula Hanusarsyni og Daniel Hanssyni, og spennandi verður at síggja, um teir kunnu gera nakran mun og tryggja Neistanum, sum annars má metast at vera favorittur, finaluplássið.
Kl.20 leggur høllin á Hálsi gólv til seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum, har VB hevur vunnið sær gott útgangsstøði í mun til at røkka finaluni. Tær vunnu nevniliga fyrra dystin ímóti Kyndli 26-21, og verður uppgávan hjá ungu kyndilskvinnunum tískil trupul.